Um okkum

Vit bæði Maud og Fríðrik

Í januar 2016 fluttu vit til Nólsoyar í barnaheimið hjá pápa mínum. Húsini bygdu abbi og omma miðskeiðis í 1930´unum.

Húsini eru umvæld og vit hava roynt at halda tey í sama stíli sum tey vóru, tó við onkrum broytingum.

Bæði míni foreldur eru úr Nólsoy og Fríðrik er av Viðareiði. Vit bæði eru sostatt bygdafrell og tí trívast vit væl við.

Fríðrik er arbeiðssamur og sterkur og tekur sær av tí tyngsta arbeiðinum, meðan eg fáist við at pasa urtagarðin, at matgera og undirvísa.

Hønurnar eru einastu djórini vit eiga og tær geva okkum góð egg dagliga.

Vit elska hetta lívið og leggja okkum eftir at bjóða okkara gestum tað allar besta.

Sum heimablídnisgestur fært tú eina góða uppliving í okkara hugnaligu stovu, góðan staðbundnan mat borðreiddan við einum smíli og søgum um okkum, okkara stað, Nólsoynna og Føroyar.

Nólsoy er staðið har markið millum hipstaran og bygdafrellið hvørvur.

Húsini fyrr

Húsini á Mýrini eru bygd miðskeiðis í 1930´unum. Omma og abbi bygdu húsini og pápi mín vaks upp her.

Omma og abbi vóru serstakliga røsk og arbeiðssom og tey tóku sær av øllum tí arbeiði sum hoyrdi tíðini til.

Abbi sigldi og omma passaði børnini, hoyggjaði og ansaði kríðatúrum. Hon hevði hønir og tarvskálv og hon bant og gjørdi mat.

Húsini vóru karmur um manga sunnudagsvitjan, har kaffi var skonkt og fínastova var tikin í brúk. Abbi bjóðaði gestunum sigar, tá hann tosaði um politikk ella átrúna. Rík eru gomul minnir.

 

Húsini nú

Húsini hevur Fríðrik umvælt og vit hava valt at halda tey í sama stíli, sum tey vóru. Tað gamla tapetið, møblar og húsbúnaður eru varðveitt.

Uttanfyri húsini er urtagarðurin og høsnagarðurin og har brúka vit nógva av okkara tíð.

Nú er hetta okkara heim og her bjóða vit tær inn til heimablídni.

Vit royna at finna tann góða andan fram, sum var so sermerktur tá omma og abbi livdu. Vit trívast væl her og vóna, at okkara gestir eisini trívast væl her hjá okkum.