Rabarbukompott

  1. 1 kg av skornum rabarbum
  2. 600 gr sukur
  3. 2 tsk vaniljusukur

Vaska rabarburnar væl og sker tær í petti á 1 cm. Koyr rabarbur, sukur og vanilju í eina grýtu og set útá at soyra í umleið 15 min. Lat ikki rabarburnar kóka heilt sundur. Koyr í skoldað glas og koyr lok á beinanveg.

  • Riggar væl afturvið kjøti, til vafflur ella omaná ís.