Maudsa køkshavi
Søgan um Maudsa køkshava
Sum liður í at tálma veðurlagsbroytingunum og fyri at minka um innflutning av vørum, sum vit sjálvi kunnu framleiða í Føroyum, eru vit farin undir at velta grønmeti sjálvi.
Úr hesum arbeiði er Maudsa køkshavi sprottin. Her dyrka vit framtíðina.
Maudsa køkshavi er ein urtagarður, har vit velta nógv ymsik sløg av grønmeti. Mesta grønmetið veksur uttanfyri og tað sum ikki tolir føroyska veðurlagið veksur inni í vakstrarhúsinum.
Úrvalið av grønmeti økist alsamt og vit sleppa nú undan at keypa innflutt grønmeti og eplir.
Tá eg matgeri til heimablídni, brúki eg okkara egna nýtikna grønmeti. Eisini virki, súlti og goymi eg hetta heilsugóða og burðardygga grønmeti so tað heldur sær til næsta heyst.
Hjá Maud fært tú burðardygt grønmeti, sum er framleitt skynsamt og hevur sera góðan og ektaðan smakk. Her fært tú smakkin av Føroyum.
Íblástur til árstíðirnar
Várið
Várið bjóðar okkum vælkomnum við sínum fyrstu átbæru blómum, og alskyns spennandi urtunum, sum kaga upp úr moldini.
Uppskriftir til várið
Veturin
Veturin er tíðin har lítið vekstur, men tað er eisini tíðin har hvítleykur og ramsleykur búnast djúpt niðrri í moldini, so teir kunnu savna sær megi til komandi vár og summar. Grønkálið stendur stint, sjálvt um kavi og frostur er og smakkurin verður enn betri eftir at kuldin hevur bitið í tað.