Frálæra

Frálæra og íblástur

Ynskir tú at læra at velta títt egna grønmeti, at velta epli ella at gera sankutøð, so bjóði eg mína vitan fram.

Sjálv eri eg útbúgvin M.S.Sc í 2020 við útbúgving í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Development.

Henda útbúgving gav mær íblástur til tað eg geri í dag og fyri meg er tað ein liður í, at liva burðardygt, at ein brúkar og gevur víðari ta vitan ein hevur um hetta evni.

Matararvur er heiti, ið  savnar týdningin av, matmentan, praksis í samband við mat, og vitan um mat.

Hevur tú eitt ynski um eina grøna verkætlan , so kann eg veita íblástur út frá egnu royndum hesi seinastu árini.

Send mær ein teldupost á maud@maud.fo

Umhvørvis tiltøk

Kommunur, skúlar, starvsfólkabólkar, bindiklubbar og onnur kunnu bíleggja eitt skeið ella eina framløgu um grønmetisvelting, sankutøð ella burðardygga matgerð.

Send mær ein teldupost á maud@maud.fo