Heimablíðni
Hetta er heimablídni
Heimablídni merkir, at tú situr til borðs í okkara hugnaligu stovu, har borðreitt verður við góðum staðbundum mati.
Staðbundni maturin er heimavelt grønmeti, fiskur og kjøt frá teimum sum eiga og veiða.
Dentur verður lagdur á einans at borðreiða við stuttfluttum mati, har tað gamla og siðbundna verður møtt við tí nýggja sum tær dámar tað.
Her kanst tú kenna teg heima meðan tú upplivur autentsika smakkin av Føroyum.
Bílegg borð
Vel eina av trimum máltíðum!
1. Føroyskur døgurði
Vanligur siðbundin føroyskur døgurðamatur, borðreiddur sum fyrr ella við íblástri úr ørðum mentanum.
Vit spyrja teg fyrst, hvat tær dámar best.
Forrættur
Høvuðsrættur
Omaná
2. Tapas/smárættir
Tapas er ein samaseting av føroyskum og útlendskum smárættum, bæði heitir og kaldir við heimagjørdum tilhoyri og grønmeti úr urtagarðinum.
Eitt bland av leskiligum fiski, kjøti, pylsum, pesto, grønmeti og bakstri av ymsum slag.
Kostnaður 500 DKK
Omaná
3. Marglætis máltíð
Hendan máltíð er samansett av trimum pørtum og einum durðasnapsi (frívilligt sjálvandi).
Her verður hjúklað um matin og tykkum sum sita til borðs. Borðreitt verður fyri í mesta lagi 8 fólkum.
Her verður gjørt eyka nógv burturúr og ætlanin er, at tú upplivur, at løtan er serlig og at tú ert í miðdeplinum.
Kostnaður 1000 DKK